Fleiri fingu klipp í koyrikortið í gjár

Løgreglan hevur gjørt fleiri ferðsluátøk í gjár.

Ein bilførari hevði ikki barnið bundið, og tí fær viðkomandi eina bót.

 

Ein annar varð tikin fyri at koyra 137 km/t, og hesin bilførarin missir koyrikortið.

 

Millum Gøtu og Fuglafjørð koyrdi ein 106 km/t, og hann fekk klipp og bót.

 

Í Havnini vóru fýra mál, har fólk tosaðu í fartelefon, mean tey koyrdu. Tað gav eisini klipp og bót.

 

Ein koyrdi yvir reytt ljós á Marknagilsvegnum, og viðkomandi fekk eisini klipp og bót.