Nýggju gøtuljósini eru liður í arbeiðinum at knýta Norðoyri og Klaksvíkina tættari saman, soleiðis at hendan farðleiðin, sum verður nógv brúkt av gongufólki, verður ljósari og tryggari, verður sagt á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.
Strekkið, sum í hesum umfari hevur fingið gøtuljós, er góðar 300 m langt. Enn er tó nakað eftir á málið, sum er, at allur Oyravegurin fær gøtuljós. Hesi verða sett upp, tá landsverk fer undir at gera seinasta vegatrekkið út á Norðoyri av nýggjum.