Fleiri handtikin eftir ófrið í Spania

Spanska løgreglan hevur handtikið átta fólk eftir ófrið í tríggjar nætur millum spaniólar og norðurafrikanskar tilflytarar í suðurspanska býnum Torre-Pacheco.

Ein hending, sum hildið verður snýr seg um eitt álop á ein eldri mann, hevur elvt til ófrið í suðurspanska býnum Torre-Pacheco. Bólkurin er eftir tilflytarum. Ein triðingur av íbúgvunum í býnum eru útlendingar. - Mynd: Súsana Vera/Reuters

Tað boðar Reuters frá í dag.

Mariola Guevara, umboð frá miðfyrisitingini í Murcia-økinum, sigur við Deutsche Welle, at myndugleikarnir svaraðu, eftir at teir funnu uppsløg á sosialu miðlunum, sum eggjaðu til "jagstran eftir tilflytarum".

Videobrot, sum eru løgd út á sosialu miðlarnar, vísa menn við høgravendum symbolum og tilflytarar við marokkanskum flaggi, sum kasta lutir eftir hvørjum øðrum.

Ein hending, har onkur við norðurafrikanskari bakgrund skal hava gjørt álop á ein eldri mann, verður hildin at hava elvt til ófriðin í býnum.

/Ritzau/