Fleiri hundrað føroyingar kundu verið deyðir av koronu

Reinføri og frástøða, smittusporing, sóttarhald og koppseting móti koronu eiga lívið í nógvum føroyingum. Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, ivast ikki í, at hevði einki verið gjørt fyri at forða smittuni, høvdu fleiri hundrað føroyingar ikki verið á lívi í dag.

Tvey fólk eru higartil deyð av koronu í Føroyum. Í Danmark eru umleið 2.600 deyð, í Noregi góð 800, í Svøríki 14.700 og í øllum heiminum eru 4,5 millónir fólk nú deyð av koronu.

 

- Vit eru sloppin ógvuliga væl higartil. Tey átøkini, vit hava gjørt fyri at forða smittuni í at breiða seg, hava eydnast sera væl, og nógv eru eisini vorðin koppsett. Høvdu vit ikki havt tilmælir um frástøðu og reinføri, kanningar, smittusporing, sóttarhald og koppsetingar, so hevði støðan verið ein heilt onnur, heldur Marnar Kristiansen, lækni.

 

Korona smittar verri enn influensa, og deyðleikin er munandi hægri. Kanningar benda á, at í miðal doyggja 0,4% av teimum, ið verða smittað við koronu.

 

- Høvdu vit als einki gjørt fyri at forða smittuni, høvdu kanska 400 fólk í Føroyum verið deyð bara av koronu. Harumframt høvdu nógv verið deyð av hjartasjúkum og krabbameini, tí heilsuverkið ikki hevði megnað at tikið ímóti og viðgjørt tey. Fólk høvdu hildið seg aftur við at fara til lækna, og læknarnir og sjúkrarøktarfrøðingarnir høvdu kanska verið sjúkir sjálvir, so teir ikki kundu tikið ímóti sjúklingum. Tað hevði avgjørt ikki verið ein støða, ið eg hevði ynskt fyri okkum, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

 

Nógv fólk høvdu eisini verið rakt av langtíðar árinum av koronu.

 

##med2##

 

- Ógvuliga nógv fáa langtíðar árin av koronu samanborið við aðrar sjúkur. Nógvir føroyingar høvdu stríðst við møði, andingarneyð og kognitivar trupulleikar, og fleiri høvdu verið óarbeiðsfør. Bæði menniskjansliga og fíggjarliga hevði tað kostað okkum øðiliga nógv, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen. 

 

Tey eldru og veiku

 

Ein triðingar av fólkinum er yvir 60 ár ella hevur onkra sjúku, ið ger, at tey illa tola at fáa koronu.

 

– Tað hevði kanska verið ein teoretiskur møguleiki at biðið øll tey verið inni, so øll onnur kundu liva frítt og fáa koronu. Men tað hevði ikki riggað, tí í næstan øllum familjum er onkur, sum er í vandabólki, og vit kunnu ikki í endaleysa tíð halda okkum burtur frá hvørjum øðrum. Sjálvt um vit høvdu roynt at gjørt tað, so hevði virusið likið innum til tey, sum eru í vandabólki, og tey høvdu blivið sjúk.

 

- Ein annar møguleiki hevði verið at stongt landamørkini heilt, men tað ber heldur ikki til í allar ævir, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

 

Komið fyri at verða

 

Hóast smittan hevur verið lág í seinastuni, mælir Marnar Fríðheim Kristiansen til, at vit ikki sleppa øllum fyribyrgjandi átøkum móti koronu.

 

- Vit eiga í øllum føri at halda fram at smittuspora og at kanna fólk, sum koma til landið, tí tað forðar fyri, at ov nógv verða smittað í senn. Samstundis skulu vit halda fram at royna at sannføra fólk um, at tey eiga at lata seg koppseta. Jú fleiri ið verða koppsett, jú betri verður tann einstaki vardur, og jú lættari verður at hava tamarhald á smittuni.

 

##med3##

 

- Delta-frábrigdið smittar so illa, at øll tey umleið 30 prosentini, ið ikki eru koppsett, í øllum verða smittað, um vit øll fara at liva, sum áðrenn korona var til. Ein partur av teimum, sum longu eru koppsett, verða eisini smittað, tí koppsetingin verjir ikki 100%. Og hóast koppsetingin framvegis verjir væl ímóti innleggingum og deyða, so fara nøkur av teimum veiku at doyggja, um nógv teirra verða smittað, sigur hann.  

 

Marnar Fríðheim Kristiansen væntar ikki, at vit nakrantíð fara at sleppa heilt av við koronu.

 

- Eftir at vit hava fingið tað nýggja delta-frábrigdið, sær út til, at vit øll einaferð fara at møta koronu. Korona er komið fyri at vera, og vit noyðast at liva við, at vit kunnu verða smittað, eisini um vit eru koppsett. Men vandin er nógv minni, um vit verða koppsett, og tað minkar í øllum føri stórliga um vandan fyri at gerast álvarsliga sjúk ella doyggja av sjúkuni, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

 

Greinin er prentað í blaðnum »Vísindavøka« sum er innlegg í Vikuskiftis-Sosialinum 10. september