Fleiri jarðskjálvtar í Íslandi um vikuskiftið

Í morgun hava tey mált ein jarðskjálvta upp á 3,6 í Bárðarbungu í Íslandi.

 

Íslendska Veðurstovan skrivar eisini, at fleiri smærri skjálvtar eru máldir í kjalarvørrinum av jarðskjálvtanum í Bárðarbungu í morgun.

 

Hetta er aðru ferð um halguna, at tey hava mált jarðskjálvta í Bárðarbungu í Vatnajøkli. Ein skjálvti, sum máldi 3,5, varð tíðliga gjáramorgunin.