Teir deyðu kóparnir vóru funnir síðst í august við Avnø á Suðursælandi.
Tað skrivar Statens Serum Institut (SSI) í tíðindaskrivi.
– Tað er ógvuliga óvanligt, so vit fóru niður til Avno og tóku royndir av kópunum fyri um gjørligt at finna deyðsorsøkina, sigur Tim K. Jensen, djóralækni frá Københavns Universitet.
Tað vísti seg í seinni kanningum av kópunum, sum kundu opduserast, at teir høvdu sera sjúkuelvandi fuglakrímið av slagnum H5N1.
Tað er sannlíkt deyðsorsøkin.
Kóparnir vóru funnir við sjóvarmálan og mett verður, at teir eru deyðir innan eitt stutt tíðarbil.
/ritzau/