6033 ferðandi hava koyrt við bussleiðini í Sunda kommunu í 2018. Hetta ein munandi hækking í mun til 2017, tá 5686 ferðandi brúktu bussleiðina, skrivar Sunda kommuna.
Bussleiðin í Sunda kommunu hevur koyrt síðani 2. januar 2017. Síðst í 2018 varð samtykt av býráðnum at bussleiðin skuldi halda áfram í 5 ár og koyringin varð boðin út.
Í tí sambandi eru nakrar broytingar gjørdar í ferðaætlanini. Nýggja ferðaætlan kemur í gildi mánadagin 7. januar 2019. Ferðaætlanin verður borin í hvørt hús í Sunda kommunu í komandi viku. Nýggja ferðaætlanin er eisini tøk her.
Bussleiðin er ein ókeypis tænasta til borgarar í Sunda kommunu sum koyrir allar gerðandisdagar frá kl. 16.00 til 22.00.