Trý ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum, og væntandi fara fleiri skip út nú um vikuskiftið. Línuskipini fáa mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu.
- Okkurt av ísfiskalínuskipunum kemur møguliga inn at landa aftur í vikuni sum kemur, vistu tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í gjár.
Eitt ísfiskalínuskip fiskar í Eysturgrønlandi, og her er veiðan mest toskur. Hetta skipið kemur væntandi heim at landa í næstu viku.
- Av frystilínuskipunum fiska tvey í íslendskum sjógvi, og tvey fiska í Eysturgrønlandi, verður lagt aftrat.
Útlitini til útróður í næstu viku eru, at streymurin verður harður fyrst í vikuni, men veðrið verður hampiligt. Ti verður roknað við, at onkrir útróðrarbátar loysa.
- Útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu, og teir fáa eisini nakað av hvítingi, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í sínum metingum fyri vikuna sum nú stundar til.