Talið av fólki, sum rýma undan orsaka av kríggj, harðskapi ella forfylging, vaks í fjør við 300.000 fólkum, vísir ein nýggj ST kanning.
Í endanum av 2016 vóru tað í alt 65.6 milliónir menniskju, sum vóru drivin frá hús og heim kring knøttin. - Út frá einum og hvørjum mátistokki er hetta eitt púra óakseptabult tal, sigur ST hákommiserurin fyri flóttafólk, Filippo Grandi í tíðindaskrivi.
65.6 milliónir menniskju svarar til, at ein út av 113 menniskju í heiminum eru rýmd frá húsum, eitt tal, sum er hægri enn til dømis fólkatalið í Bretlandi.
Talið inniheldur tríggjar bólkar. Flóttafólk, fólk, sum eru rýmd innanlanda og asylumsøkjarar. Bólkurin við flóttafólki er tann størst nakrantíð - heili 22.5 milliónir fólk.
Støðan í Sýria er sambært rapportini hjá ST størsta orsøk til, at so nógv fólk eru flóttafólk í dag. Men størsta talið av nýggjum flóttum í 2016 kom frá Suðursudan.
Her eru slitnaðar friðartingingarnar frá síðst í juli í fjør orsøk til, at 739.900 menniskju vórðu rýmd undan støðuni við árslok. Eitt tal, sum síðani er vaksið til áleið 2 milliónir, vísir rapportin.
Børn eru helmingurin av flóttafólkunum kring knøttin - t.v.s. helmingurin av methøga talinum 22.5 milliónum flóttum. Sambært rapportini vórðu 75.000 umsóknir um asyl móttiknar í fjør, sum vóru frá børnum, sum ferðaðust einsamøll.
/ritzau/