Jonny Muller, dagligur leiðari á Duty Free handlinum í Vága Floghavn, sigur, at tænastan at keypa tollfríar vørur á netinum fær alsamt størri undirtøku.
- Vit byrjaðu við hesi tænastuni seint síðsta summar, og tað er einki at ivast í, at hetta er nakað, sum fær størri og størri undirtøku millum tey ferðandi, sigur Jonny Muller.
Síðani tey í Vágum byrjaðu nethandilin hjá Duty Free, hava tey lagt til merkis, at tað serliga eru føroyingar, sum gera sær dælt av hesum møguleika.
- Tað eru heilt sikkurt føroyingar, ið fyrst og fremst brúka hendan møguleikan. Og tænastan verður brúkt til at keypa allar møguligar vørur, bæði sjokolátu, brennivín, luktilsi, smyrsl og annað, greiðir Jonny Muller frá, sum væntar, at tað er skjóta avgreiðslutíðin, ið tiltalar fólk.
- Tað vísir seg, at tað kann gerast uppá góðar tveir minuttir, frá tí tú kemur inn í tollfría økið, til tú stendur við tollfríu vøruni í hondini uttan fyri terminalin, sigur Jonny Muller.