Fleiri pengar í enn úr kassanum

ODDAGREIN: Umstøðurnar á ellisárum hava verið á bredda­num seinastu dagarnar. Gløgg høvd  hava funn­ið loysnina til, í øllum før­um ein part av haldførisavbjóðingini við bú­skap­i­num, og tað er at skrúva pen­sjóns­ald­ur­in upp í topp sum skjótast.

Eyðvitað er tað rætt, at tað loysir nógv­ar skyldur hjá landskassanum, um pen­sjóns­ald­ur­in hækkar. Og jú longur upp hann hæk­k­ar, tess betri verður haldførið.

 

Tað er einki at siga til, at fólk hava hug at ill­neit­ast, tá soleiðis verður tos­að um pen­sjónistar. Fólk, sum hava stríðst eitt heilt lív, og sum hava glett seg til sítt oti­um, tey skulu brádliga brúk­ast sum eitt bú­skap­ar­amboð við at verða noydd at ar­beiða nøkur ár eyka á ar­beiðs­markn­að­i­num.Men hvat merkir tað, at pensjónsaldurin hækk­ar? Merkir tað, at vit heldur ikki fáa ta pensjón, sum vit hava goldið í pen­sjóns­trygging, fyrr enn vit verða 70 ella 80? Og hvat merkir tað fyri tæn­­ast­u­­manna­­pensjóni­r­nar? Verða tær heldur ikki út­goldnar fyrr enn eina­ferð? Og hvat merkir tað fyri pensjónirnar hjá ting­­fólki? Løgtingsfólk hava jú 60 ára pen­sjóns­aldur við feitari tænast­u­manna­pen­sjón. Torir nakað tingfólk at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin hjá vanliga fólk­i­num, uttan at pensjónsaldurin hjá ting­fólki verður hækkaður tilsvarandi?

 

Vit hava helst øll vant okkum við tank­an um, at vit skulu arbeiða eitt sind­ur longri enn til 67 ára aldur. Eitt ár ella tvey ella trý. Men vælsignaði latið vera við at gambla við pensjónaldrinum og gera tað til einastu loysnina, tí so einfalt er tað ikki.

 

Tað eru eisini aðrar hald­før­is­av­bjóð­ing­ar í búskapinum, enn pensjónistarnir. Fleiri serskipanir hava verið nevndar. Men tað verður bara tosað, til tað einaferð trýstir so nógv á, at nýskipanir verða gjørdar í óðum verkum. Fleiri dømi eru um tað. Politikarar hava verið alt ov seinir á sjóvarfallinum við pensjónsuppsparingum.

 

Men fyri tað um tað ikki eru tey eldru, sum einsamøll skulu tryggja búskapin, so skulu politikarar sjálvandi gera eitt fíggj­ar­pol­it­iskt regluverk, sum tey higartil  bara hava snakk­að um. Vísið nú at tit duga og at tit taka tað í álvara. Tað er so sjálvsagt, at vit ikki bara brúka pengar og seta íløgur í verk uttan at hugsa um haldføri. Tað er akkurát líka einfalt, sum Ivan Johannesen, fíggj­ar­mála­ráðharri gjørdi tað til í 1989, at tað skulu fleiri pengar í landskassan, at tað skulu úr landskassanum.