Fleiri prosent - men minni nøgd

- Føroyski luturin av norðhavssild fyri 2018 er hækkaður eitt vet í prosentum mun til í fjør, veit Fiskimálaráðið at siga seinnapartin í dag.

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur eftir ráðførslu við uttanlandsnevnd løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvotuna av norðhavssild til 88.350 tons fyri 2018.

 

Hóast strandarlondini framvegis ikki eru samd um at býta norðhavssildina sínámillum, samdust londini tó í Keypmannahavn hin 7. desember 2017 um mest loyvdu veiði á 435.000 tons fyri 2018. Londini samdust eisini um at endurskoða langtíðar umsitingarætlanina.

 

- Føroyski luturin av norðhavssild er hækkaður eitt vet í prosentum mun til í fjør til tess at lutfalsliga útjavna nýliga økt krøv frá øðrum pørtum, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi seinnapartin í dag.

 

Herfyri avgjørdi Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eftir ráðførslu við uttanlandsnevnd løgtingsins at áseta føroysku kvotuna av svartkjafti til 493.081 tons fyri 2018, eftir at strandarlondini samdust í Keypmannahavn hin 7. desember 2017 um mest loyvdu veiði á 1.387.872 tons fyri 2018.

 

- Fiskiskapurin eftir svartkjafti og norðhavssild í 2018 verður skipaður í kunngerðum, og verður kunngerðin um norðhavssild lýst í næstu framtíð, veit Fiskimálaráðið at siga seinnapartin í dag.