Fimm línuskip landa í dag. Trý skip hava mest av toski og hýsu, meðan hini bæði hava mest av brosmu og longu.
- Seinni í hesi vikuni vænta vit einki línuskip. Tá hava øll lagt stilt til jóla.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri hesa vikuna.
Streymurin verður harður fyrst í hesi vikuni, men hann batnar, sum vikan gongur. Veðrið sær út til at gerast hampiligt.
- Nú stundar til jólar, og tí vænta vit ikki nakran serligan útróður hesa vikuna.
Fýra djúpvatnstrolarar eru til vanligan fiskiskap, og teir fiska mest upsa. Fiskiskapurin hjá trolarunum er smáligur.
- Djúpvatnstrolararnir, sum fiska ísfisk, koma væntandi inn fyrst í hesi vikuni. Aðrir eru úti og frysta veiðina umborð.
Partrolararnir eru úti og fiska upsa, men eisini hjá teimum kundi veiðan verið betri. Hesi skipini koma eisini inn, sum vikan gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein trolbátur kemur inn at landa í dag, og hesin hevur mest av havtasku.
- Eitt garnaskip fiskar havtasku og landar helst týsdagin ella mikudagin. Eitt annað garnaskip fiskar svartkalva og landar eisini týsdagin ella mikudagin, verður sagt í metingum fyri hesa vikuna.