Fleiri skip vitja á Fuglafirði

- Vøksturin í skipatalinum stendst serliga av, at Fuglafjarðar havn nú kann veita stórum skipum tungolju, sigur havnarstjórin, Rólant Højsted. Hóast føroysku landingarnar til Havsbrún í Fuglafirði eru nógv minkaðar seinnu árini, merkir hetta kortini ikki, at færri skip vitja Fuglafjarðar havn.

Rólant Højsted, havnarstjóri, sigur, at í 2009 vóru 31 skip fleiri á Fuglafirði enn í 2008, men bruttotonsatalið í 2009 var nógv størri enn árið fyri.

Havnarstjórin sigur, at samlaða talið av skipum, sum vitjaðu Fuglafjarðar havn í 2009, var 759 móti 728 í 2008.

- Av teimum 759 skipunum í 2009, vóru tilsamans 253 útlendsk, og í 2008 vitjaðu 168 útlendsk skip á Fuglafirði.

Rólant Højsted sigur, at bruttotonsatalið í 2009 var góðar 1,3 miljónir móti 1,1 miljónum tonsum í 2008.

- Vøksturin í skipatalinum stendst serliga av, at Fuglafjarðar havn nú kann veita stórum skipum tungolju, og at kalla allir russiskir trolarar, sum koma í føroyska havn, bunkra tungolju á Fuglafirði.

Havnarstjórin sigur, at rættiliga nógv virksemi er fram við havnalagnum í Fuglafirði ein vanligan dag og gjøgnum eina viku.

- Stór skip liggja og bunkra tungolju, russiskir trolarar umskipa veiði, flakatrolarin Vesturvón leggur frystigóðs upp til Bergfrost, skip taka nótir umborð, og norðmenn og írar landa til Havsbrún. Soleiðis kann ein dagur ganga fyri seg á havnalagnum í Fuglafirði, sigur havnarstjórin.

Sigurd Simonsen, borgarstjóri, fegnast um alt tað virksemi, sum góðu havnaviðurskiftini í Fuglafirði skapa.