Fleiri útbúgvingar og næmingaheim til Suðuroyar

Ein arbeiðsbólkur, sum landsstýriskvinnan í mentamálum setti í apríl í ár at kanna, hvussu størri nytta kann fáast burtur úr skúladepilinum í Suðuroy, er nú komin til eitt úrslit.

Í álitinum eru fleiri tilmæli um at seta fleiri útbúgvingar á stovn í Suðuroy og um at byggja næmingaheim til skúlan

Eitt, sum arbeiðsbólkurin mælir til, er at stovna eina pedagogatstøðisútbúgving og aðrar miðnámsútbúgvingar, bæði handilsliga miðnámsútbúgving og SIT útbúgvingina á Tekniska skúla, umframt at stovna aðrar yrkisfakligar útbúgvingar og miðnámsúbúgvingar.

Eisini verður mælt til at stovna ein Suðuroyar Skeiðsdepil at taka sær av førleikamenning á ymsum økjum

Samstundis verður mælt til at byggja eitt næmingaheim við Skúladepilin í Suðuroy, tí tað fer at skapa betri grundarlag fyri, at Skúladepilin í Suðuroy við nýggjum útbúgvingar- og skeiðstilboðum, kann gerast ein uppaftur meiri týðandi partur av lokalsamfelagnum í Suðuroy.

Næmingaheimið verður bygt í 11 húsum við fýra íbúðum í hvørjum húsi. Í hvørjari íbúð verða tvey kømur, og verða sostatt tilsamans 88 kømur á næmingaheiminum. Umframt íbúðirnar skal felagshús eisini byggja.

- Næmingaheimið skal burturav nýta grøna orku. Tað er mett at kosta 20 milliónir krónur har landið stuðlar við 13 milliónum og restin verður fíggjað av sjálvsognarstovninum, sum stendur sum byggiharri.

Á myndini er tað srbeiðsbólkurin, sum handar landsstýriskvinnuni álitið í morgun. Frá vinstru eru tey Jórun Petersen, leiðari á Heilsukúlanum, Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, Dennis Holm frá Granskingardeplinum fyri

Samfelagsmenning, sum var formaður í bólkinum, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, Ole V. Laursen leiðari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy og Olaus Jespersen í Mentamálaráðnum.

Haraftrurat var Gudfinn Olsen, lærari á Miðnámsskúlin í Suðuroy við í bólkinum, men hann er ikki við á myndini.