Ungdómar høvdu spælt umborð í skipinum

Løgreglan vil gjarna frætta frá ungdómum, sum fyrr í gjár høvdu spælt umborð á Slættabergi.

 

Um 18.55-tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fleiri fráboðanir úr Klaksvík um, at eldur var í trolaranum, Slættabergi, sum lá við bryggju í Klaksvík.

 

Tað vísti seg, at eldurin byrjaði á brúnni, og síðan spreiddi hann seg niður í skipskømrini, har truplari var at sleppa til við at sløkkja.

 

- Sløkkiliðsfólkini fingu tó brandslangurnar inn gjøgnum onkur kúgvaeygu undir brúnni, og umleið klokkan 22 í gjárkvøldið var eldurin umborð í Slættabergi sløktur.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at fyrr um kvøldið høvdu einir 10-20 ungdómar spælt umborð í Slættabergi og í skipinum, sum lá við síðuna av.

 

- Soleiðis, sum vit hava skilt, varð runnið millum skipini, og vit hava eisini skilt, at ungdómar í eina tíð hava verið umborð í skipunum og spælt.

 

Løgreglan vil tí fegin frætta frá ungdómum, sum vóru umborð í Slættabergi í gjár, áðrenn eldurin kyknaði - fyri at fáa greiði á, hví eldur komið í skipið.

 

- Vit fara at senda onkrar teknikarar norður einaferð í dag, tá skipið er kólnað. Hesir fara at royna at finna út av, hví eldur kom í skipið, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Sum skilst, var ætlanin at selja Slættaberg, sum gamalt jarn, og nú er so spurningurin, hvat verður av skipinum.

 

##med2##