Fleiri virki kring landið eru komin í neyð

- Vandi er fyri, at tey fara á heysin, og so veksur arbeiðsloysið munandi

 - Fleiri fiskavirki kring landið eru í svárari neyð, og eru í vanda fyri at fara á heysin.

Tað sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

 

Nú ein dagin spurdi hann Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum um, hvat hann ætlar at gera fyri at tryggja føroyskum virkjum rávøru.

 

Í hesum sambandi vísir hann á, at nógv føroyskur fiskur fer óvirkaður av landinum.

 

Bjarni Hammer vísur eisini á, at tað er neyðugt við eini ella aðrari stuðulsskipan. Hann vísir á, at verður makrelur landaður uttanlands, skulu skipini rinda landskassanum tvær krónur fyri kilo í avgjaldi. Og tað er fiskur, sum er nógv bíligari enn botnfiskur.

Ongin slíkur revsiavgjald er á toski.

 

Bjarni Hammer vísir eisini á, at høvdu føroysk virki klárað at bjóða 1,25 krónu meiri fyri tann stóra toskin, varð hann avreiddur í Føroyum. So tað er fyri eina krónur fyri kilo, at vit missa allan fiskin av landinum og fyri tann minna toskin snýr tað seg um eini 20-30 oyru.

 

- Tað er ikki ringt at hugsa sær, alt virksemi, sum kundi verið í Føroyum, varð allur fiskur avreiddur her, umframt alt tað avleidda virksemi, sigur Bjarni Hammer.

 

Støðan er hættislig, og vandi er fyri, at vit standa eftir við ongum flakavirki í Føroyum.

 

Høgni Hoydal sigur, at hetta er ein spurningur, sum verður viðgjørdur í teirri fiskivinnunýskipan, ætlanin er at seta í verk. Men tað er ongin ivi um, at flokkarnir eru samdir um, at fiskur, sum føroysk skip fiska, skal á land í Føroyum, og hann skal bjóðast út í Føroyum, í hvussu so er fyri ein part.

 

Hann heldur, at hetta er ein spurningur, sum er alt ov lítið viðgjørdur í Føroyum. Hann ásannar, at nógv fiskavirki kring landið eru í neyð. Ein orsøk til tað, er, at tað er so lítið til av botnfiski, men ein onnur orsøk er, at tað er ov torført hjá virkjum at fáa fatur á frystum fiski til virkingar.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at ætlanin er at tryggja, at tað skal bera til at fáa fatur á heilfrystum fiski. Tað merkir, at eisini fiskur, vit hava samráðst okkum til á fjarleiðum, skal bjóðast út í Føroyum.

 

Hann vísir á, at stuðul verður latin til at flyta feskan fisk, men tað ætlar hann at broyta, so at stuðul eisini fæst til frystan fisk, í hvussu so er til frystan fisk, føroysk skip fiska.

 

Hinvegin ásannar hann, at tað besta trygdin fyri, at virkini fáa nokk av fiski, er at tryggja, at stovnarnir koma fyri seg aftur.

 

Høgni Hoydal sigur, at hann vil treyðugt seta nakra studningsskipan í verk, men hann sigur, at ein máti er at hava eina kredittskipan til rávørukeyp og til goymslur fyri at gera tað lættari hjá virkjum at fáa fatur á fiski og tann spurningurin verður eisini kannaður.

 

- Fiskur, vit útvega føroyskum skipum, skal landast í Føroyum, og vit eiga at viðgera hetta sum eitt bráðmál, leggur Høgni Hoydal afturat.