Landsfundur
Tað var ein rørdur Flemming Mikkelsen, sum takkaði fyri seg sum løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Vágbingurin Flemming Mikkelsen hevur verið tingmaður fleiri ferðir fyri Sambandsflokkin. Hann varð eisini valdur á ting við seinasta val, og hann hevur sitið í tinginum hesi seinastu fýra árini.
Í røðu sínari á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum mintist Flemming aftur á farnar dagar. Hann mintist aftur á, tá ið fyri fyrstu ferð stillaði upp i sjeytiárunum, og hann segði seg hava verið ógvuliga glaður fyri tíðini. Hann mintist eisini sín fyrsta landsfund. Hann segði seg vóna, at Sambandsflokkurin helt fram á somu leið í framtíðini.
Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum, takkaði vegna flokkin Flemming fyri tíðina í flokkinum. Hon roknaði við at síggja hann aftur í sambandshøpi. Landsfundurin fagnaði Flemming við lógvabrestum.