Fleyr fær rumenskan venjara

Flogbóltur: Gongur alt sum ætlað, kemur 31 ára gamli Pascu Romica til Føroya at vera venjari hjá Fleyr

Um nakrar heilt fáar dagar, kemur tann 31 ára gamli rumenski flogbóltsleikarin Pascu Romica til Føroya.

Endamálið við ferð hansara her er, at hann tað sum eftir er av árinum skal venja liðini hjá flogbóltsfelagnum Fleyr, um framt at hann skal spæla við besta mansliði felagsins.

Hetta er eitt gamalt ynski sum nøu gongur út, tí tað hevur líka síðani kinverski venjarij Chang, leiddi Fleyr til tvey meistaraheitið á rað, verið eitt ynski um enn einaferð at royna við útlendskum venjara.

Tað er eingin loyna, at nógvir spælarar eru farnir av landinum seinnu árini, og tað er tí ikki eiti á styrkur at fáa útlendskar leikarar higar til lands at styrkja um heimligu kappingina.

Rosa Jacobsen, formaður í Fleyr, sigur við Sosialin, at tað er ætlanin, at Romica skal venja øll tey eldru liðini hjá felagnum tað sum eftir er av kappingarárinum.

? Tað hevði verið ynskiligt, at hann eisini vandi nøkur av teimum yngru liðunum, men tað fáa vit at síggja. Tað eru málsligar forðingar fyri at hann beinleiðis kann fara undir at venja tey yngru, men so er tað eisini ein tíðarspurningur. Vit hava høllina eitt ávíst tímatal, og tí vera vit noydd at flyta onkra venjing hjá teimum yngru út í onkra fimleikahøll, sigur Rosa Jacobsen.


Ion Geolgau

millummaður

Tað er ikki neyðugt at siga føroyingum, at tað eru nógvir útlendskir leikarar í føroysku fótbóltskappingini. Í HB er ein rumenskur venjari, og tað er um hann, at Fleyr hevur fingið samband við Pascu Romica.

Klæmint Isaksen hevur verið vøddamíkjari hjá fyrsta liði hjá HB, og hann hevur onkuntíð tosað við Ion um at fáa samband við onkran eysturlending, sum hevur hug at koma til Føroya at vera venjari.

Fyri stuttum fekst so samband við Pascu Romica og tað vísti seg, at hann hevði hug at royna, og áðrenn ov long tíð er fráliðin er hann væntandi í Føroyum.

Tað er kortini eitt sindur trupult at fáa øll viðurskifti upp á pláss, og tí kemru Romica ikki fyrr enn nú.


Spælt við

Steaua Bucarest

Nýggi venjarin hjá Fleyr er ikki hvør sum helst.

Sum nevnt frammanfyri er hann 31 ára gamal, og hann hevur m.a. spælt við Steaua Bucarest, tá teir spældu í Champions League.

Hann hevur á yngri árum leikt við á ymsum rumenskum unglingalandsliðum, og m.a. hevur hann verið við á U-18 liðnum og U-21 landsliðnum hjá Rumenia.

Romica hevur leikr í samfull ellivu ár í bestu rumensku flogbóltsdeildini, og tað sigur ikki so lítið tá havt verður í huga, at Rumenia eins og flestu av hinum eystanlondunum eru sera frammalaga í altjóða flogbóltshøpi.

Romica hevur eisini gingið á High-School og hevur har havt flogbólt sum linjugrein.

Sum sagt er í fyrsta umfari ætlanin, at Romica skal venja Fleyrliðini tað sum eftir er av hesum kappingarárinum. Um hann eisini skal vera venjari hjá Fleyr næsta ár verður støða tikin til í næsta ár.