Fleyr fekk í posa og sekk

Fleyr-Fram 3-1 (25-22, 25-21, 12-25, 25-20):
Við at vinna móti Fram styrkti Fleyr um sína oddastøðu í meistaradeildini hjá monnum, og samstundis sluppu teir av við annan av FM-kappingarneytunum. Nú sær dysturin millum SÍ og Fleyr í Sørvági út til at gerast tann heilt avgerandi

Flogbóltur

Fleyr fekk í bæði posa og sekk sunnudagin, tá teir vunnu 3-1 móti Fram í einasta mansdystinum hetta vikuskiftið. Eitt var, at teir fingu tvey stig og styrktu um sína støðu sum oddalið, men teir sluppu sær samstundis av við annan av FM-kappingarneytunum. Tí við tapinum í Gundadalshøllini er Fram so gott sum úti av meistarastríðnum.
Tað er enn ov tíðliga at siga fyri vist, at hetta var mønustingurin hjá Fram, men nú kunnu teir ikki longur sjálvir avgera, hvussu langt uppi teir enda.
Tað kann Fleyr hinvegin, og í løtuni sær tað bara gott út. Teir eru trý stig frammanfyri SÍ, sum tó hevur ein dyst færri, og nú sær dysturin í Sørvági 3. mars millum SÍ og Fleyr út til at gerast tann heilt avgerandi fyri, hvar gullið endar.
Tað var betra liðið, sum vann sunnudagin. Fyrsta sett var tað einasta, sum var veruliga javnt, og tað vann Fleyr 25-22.
Í øðrum setti løgdu teir hvítu eisini hart út og komu á odda 13-5. Fram, sum hevði stórar trupulleikar við at vinna nakrar bóltar í servunum hjá sær, fekk fótað sær eitt sindur, men ein so stór leiðsla er næstan ómøgulig at taka innaftur. Settið endaði 25-21 til Fleyr, sum allatíðina hevði tamarhald á støðuni.
Í triðja setti var heilt øðrvísi. Nú var tað Fram, sum fekk greiða yvirvág og vann sær eina stóra leiðslu beinanvegin. Teir í Fleyr mundu eisini missa konsentratiónina eitt sindur, sum tað sæst so ofta, tá eitt lið hevur vunnið tvey tey fyrstu settini.
Tað var eisini ríkiliga uppiborið, at Fram vann hetta settið og skapti eitt sindur av spenningi í dystin aftur.

Tryggur sigur
Men tað var enn langt eftir á mál hjá teimum svørtu úr Eysturbýnum - ov langt, skuldi tað vísa seg.
Tí í fjórða setti var tað aftur Fleyr, sum var omaná frá byrjan til enda. Settið endaði 25-20, og tað hevði eisini verið munurin ein stóran part av settinum, so tann samlaði sigurin bleiv rættiliga tryggur, tá samanumkom.
Og tað var ein týdningarmikil sigur, tí við honum er trýstið framvegis á SÍ, sum nú er trý stig aftanfyri. Dysturin hjá teimum sunnudagin móti Mjølni í Klaksvík varð avlýstur vegna veður. Teir tríggir írestandi dystirnir hjá Fleyr eru ÍF úti, SÍ úti og Mjølnir heima. SÍ hevur Mjølnir og Fram úti og síðani heimadystir móti ÍF og Fram. Og harumframt hava sørvingar eina steypafinalu at spæla móti ÍF, so dystarskráin hjá teimum sær eitt sindur strævnari út enn tann hjá Fleyr. Men tað fer neyvan at fáa serliga stóra ávirkan. Tað sær av álvara út til, at dysturin SÍ-Fleyr verður altavgerandi fyri føroyameistaraheitið.
Fyri Fram var tapið sunnudagin sjálvandi eitt vónbrot, tí teir eru nú ov langt afturúrsigldir til at kunna gera seg galdandi. Teir kunnu koma upp á 16 stig, men sum nú er, røkkur tað neyvan til gull, tí Fleyr hevur 13 stig og tríggjar dystir eftir. SÍ kann koma uppá 18 stig og hevur tí enn góðar møguleikar. So tað sær út til, at tað verður antin Fleyr ella SÍ í ár.