Fleyr misti fet í finalustríðnum

Tá SÍ og Fleyr fyri góðari viku síðani spældu finalu í Føroya Banka-kappingini í Klaksvík, var eingin ivi um, hvat av liðunum var tað stinnara, tí SÍ vann ein sannførandi 3-0 sigur og spældi seg samstundis beinleiðis í steypafinaluna.

 

Í gjár, tá liðini aftur møttust í landskappingini, var SÍ framvegis tað betra av teimum, men hesa ferð var avrikið langt frá líka sannførandi. Verri var tað tó hjá Fleyr, ið heldur ikki hesa ferð megnaði at lyfta seg so mikið, at tað rakk nakran veg.

 

Fleyr fekk vunnið fyrsta sett, ið var tað einasta av teimum fýra settunum, ið hevði nakran spenning, men so vann SÍ trý tey næstu og er tí best fyri at koma í FM-finaluna, ið óivað verður ímóti Mjølnir.

 

Eik-ligan, menn

Fleyr-SÍ 1-3 (29-27, 18-25, 16-25, 17-25)

Mjølnir-ÍF (í annaðkvøld klokkan 19.30)