Hóast TB liggur næstaftast í meistaradeildini hjá kvinnum, so góvu tvørákvinnur veruliga oddaliðnum, Fleyr ein skarpan gang á útivølli í dag.
TB var á odda 2-0 í settum, og sensasjónin lúrdi, men so fekk Fleyr frægari skil á sítt spæl, og vann tvey tey næstu settini trygt so støðan var 2-2 í settum. Í fimta settinum reið um snarið, men Fleyr knógvaði tað heim og vann 15-13, og harvið ein 3-2 sigur.
Settmunurin í dag: 19-25, 23-25, 25-18, 25-15 og 15-13
Fleyr er á odda við 19 stigum, SÍ hevur 13 stig, Mjølnir hevur níggju stig, KÍF hevur átta stig og TB hevur sjey stig. Aftast er Dráttur við einum stigi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum.
HERber til at hoyra samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við Ásu Frederiksberg hjá Fleyr og Rannvá Berg í Heiðunum hjá TB.