Fleyr tók ikki av og tapti 3-1 fyri SÍ í steypakappingini

Bónuskappingin, menn:

Fleyr – SÍ 1-3 (25-22, 27-29, 20-25, 20-25

 

Í síðsta dystinum í bólkaspælinum í Bónus steypakappingini, sum varð spældur í Havn í gjárkvøldið, var setningurin hjá Fleyr at vinna sær í minsta lagi eitt stig, t.v.s. tvey sett, fyri at yvirhála Mjølnir á stigatalvuni, og harvið sleppa undan at møta nýklaktu føroyameistarunum úr SÍ í hálvfinaluni. Og tað var um eitt hár gjørt, at tað eydnaðist.

 

Eftir at Fleyr hevði vunnið fyrsta sett 25-22, stóð á gomlum nøglum í øðrum setti, tá ið SÍ við trimum stigum á rað var farið frá 21–21 upp á 24-21, men Fleyr hóraði undan í fyrsta umfari og fór enntá framum, og fekk til samans tríggjar settbóltar, sum tó ikki vórðu gagnnýttir, og ístaðin vann SÍ loksins settið 29-27.

 

Triðja og fjórða sett gjørdust ongantíð veruliga spennandi, og SÍ vann bæði 25-20. Úrslitið hevur við sær, at Fleyr tí endar sum nummar 4 í bólkinum, og skal tí spæla hálvfinalu ímóti nr. 1, sum altso er SÍ. Hin hálvfinalan er millum nr. 2 og 3., ávikavist ÍF og Mjølnir.  

 

##med2##

 

Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar í Kollafirði leygardagin 18. apríl, og finalan verður við Tjarnir flaggdagin 25 apríl.

Mynd: SÍ

 

Flogbóltssamband Føroya