Fleyr vann FM

Farna vikuskiftið var FM á skránni í flogbólti hjá gentum 10 ár, og her lat Fleyr ongan iva vera um, hvat var besta liðið. Tær vunnu nevniliga bæði gull- og silvurheiðursmerki

Næstseinasta vikuskiftið var FM á skránni í yngri deildum, og einasti aldursbólkur, sum ikki spældi hetta vikuskiftið, vóru gentur 10 ár.
Um vikuskiftið skuldu hesar tó kappast um meistaraheitið, og í undanfarnu kappingunum hava liðini hjá Fleyr fingið sera góð úrslit. A-liðið hevur vunnið bæði FK-kappingini, Mjølnir-kappingini og Dráttur-kappingini, so tær vóru helst eisini favorittar undan FM-kappingini.
Tað vísti seg eisini, at Fleyr fór avstað við tí mesta henda dagin. Í finaluni møttust Fleyr a og Fleyr b nevniliga, og her var a-liðið sterkari. Tær tóku sær av gullinum, meðan b-liðið vann silvurheiðursmerki.
ÍF hevur verið einasta liðið, sum veruliga hevur hótt Fleyr í ár, og ÍF megnaði eisini at vinna dystin um triðja plássið, og sostatt fingu tær bronsuheiðursmerki.