Fleyrliðini stevna móti finaluni

4 flogbóltsdystir í bestu deildini hjá kvinnum og monnum vera um vikuskiftið.

Fleyr hevur knívin á barkanum, um tær skulu vinna sær pláss í finaluni. Liðið liggur á triðja plássið, fimm stig aftan fyri Drátt og SÍ á øðrum plássi, men hevur spælt tveir dystir minni og kann tí vinna seg fram á fremsta pláss, um felagið vinnur báðar dystirnar. Kvinnurnar spæla 18 umfør, so kappingin er av álvara farin at nærkast endanum.

 

Leygardagin fær Fleyr vitjan av TB, sum liggur á fjórða plássið. Munurin millum tey bæði liðini er tó so stórur, at TB mest sum ongan møguleika hevur at blandað seg í toppstríðið. TB hevur 22 stig fyri 13 dystir. Liðini hava møtt hvørjum øðrum eina ferð fyrr hetta kappingarárið. Tá vann Fleyr 3-0 í Havn. Dysturin millum Fleyr og TB verður í Havn leygardagin klokkan 13.00.

 

Hin dysturin í kvinnudeildini er í Kollafirði, millum KÍF og Drátt. Dráttur liggur á odda við 36 stigum, meðan KÍF er nummar fimm við 19 stigum. Dráttur hevur vunnið báðar dystirnar móti KÍF higartil, 3-0 í Miðvági og 3-1 í Kollafirði. Dysturin byrjar í Kollafirði leygardagin klokkan 14.00.

 

Hjá monnunum eru eisini tveir dystir. Í kvøld verður ein endurtøka av steypafinaluni, tá ÍF og SÍ spæla móti hvørjum øðrum í Fuglafirði. ÍF liggur á triðja plássi við 20 stigum fyri 13 dystir, meðan SÍ liggur á odda við 35 stigum fyri 13 dystir. Millum tey liggur Fleyr, ið hevur 26 stig fyri 12 dystir. SÍ hevur longu tryggjað sær pláss í finaluni, men ÍF má spíla seg út, um felagið skal vinna seg fram um Fleyr, og mugu vóna, at Fleyr snávar á seinastu dystirnar. Fyrsti setningurin hjá ÍF verður tó at vinna á SÍ. Tað megnaðu teir í steypafinaluni leygardagin, tá teir smurdu sørvingar av 3-0. Í landskappingini hevur SÍ vunnið tveir dystir, meðan ÍF hevur vunnið ein. ÍF vann annan dystin 3-2 í Sørvági, meðan SÍ vann hin dystin 3-1 og 3-0 í Fuglafirði. Dysturin í Fuglafirði byrjar klokkan 19.30.

 

Ternan og Fleyr spæla hin dystin. Nýggja flogbóltsfelagið á Toftum liggur á fjórða plássið undan dystinum við 9 stigum, meðan Fleyr sum sagt stevnir eftir finaluplássinum. Fyrra dystin á Toftum vann Ternan 3-2, meðan Fleyr hevur vunnið báðar dystirnar í Havn, 3-1 og 3-0. Ternan og Fleyr spæla leygardagin klokkan 14 á Toftum.

 

Skuldi tað hent seg, at Fleyr fekk trý stig, meðan ÍF einki fekk, verður longu leygarkvøldið greitt, at SÍ og Fleyr skulu møtast í finaluni.