Ì stutta tíðarrúminum millum steypafinaluna hjá kvinnum og steypafinaluna hjá monnum varð ein hátíðarlig løta, har Magni Arge, stjóri hjá Atlantic Airways og Magnus Tausen, formaður í Flogbóltsambandi Føroya skrivaðu undir ein nýggjan tvey ára sponsorsáttmála, sum fevnir um 2013 og 2014.
Rás2 fekk orðið á Magnus Tausen, har hann greiddi frá um tann nýggja tvey ára sáttmálan.
Tað ber til at hoyra prátið við Magnus Tausen undir greinini.