Eini 30 fólk vóru møtt á stovnandi aðalfundinum, sum gav felagnum navnið Ternan, ið er gamalt ítróttarnavn á Toftum ? serliga kent frá kappróðri. Nú navnið er funnið, kann felagið arbeiða víðari við at finna sær eitt hóskandi búmerki.
Eisini var nevnd vald á hesum fyrsta aðalfundinum, og í henni sita Alex Troleis (formaður), Katrin Olsen (næstformaður), Helen Højgaard Jacobsen (skrivari) og Hermann Jacobsen (tiltakslimur).
Flogbólturin á Toftum hevur kappast undir heitinum B68 Flogbóltur, men nú hevur flogbólturin fingið sítt egna felag, ið ikki bara er fyri toftafólk, men øll kring Skálafjørðin, ið hava hug at spæla flogbólt.