Flogbóltsfinala nummar 100

Fyri Rajko Petrovic hjá SÍ verður finaluvikuskiftið nakað heilt serligt.

SÍ hevur spælt seg í 9 av 10 steypafinalum hjá teimum yngru í flogbólti, sum vera um vikuskiftið. Hjá øllum SÍ-liðunum eitur venjarin Rajko Petrovic, sum annaðhvørt sum spælari ella venjari byrjar sína flogbóltsfinalu nr. 100 sunnudagin kl.14.15.


Rajko Petrovic kom til Føroya í 2001 at leika við meistaradeildini hjá SÍ. Seinni bleiv hann spælandi venjari hjá liðnum. Í 2006 fer hann av aftur landinum, men longu í 2009 kemur hann aftur til SÍ. Í 2010 byrjar hann at venja ungdómslið hjá felagnum, og síðstu árini hevur hann vant øll ungdómsliðini.


Hansara ungdómsarbeiði í Sørvági hevur givið sera góð úrslit, og er SÍ mest vinnandi felagið í yngru deildunum. Í steypafinalunum fyri yngri deildir, sum verða nú leygardagin og sunnudagin, hevur hann megnað at fingið SÍ at spæla seg í 9 av 10 ungdómsfinalum.


Rajko hevur sjálvur spælt í mongum steypa- og FM-finalum. Sum venjari hevur hann megnað at fingið eitt stórt tal av liðum í finalur. Við at telja saman sæst, at tá steypafinalan hjá G14 byrjar sunnudagin kl.14.15, er tað samstundis flogbóltsfinala nummar 100 hjá Rajko Petrovic.


Hetta er helst eitt met, sum er ómetaliga ringt at sláa.


Tekstur: SÍ