Flogbóltur
Eftir at eitt sera spennandi kappingarár fyri stuttum varð lagt aftur um bak, skuldu ymsu flobóltsleikararnir í landinum rundað hetta av við einum stórum felagskvøldi.
Hetta varð gjørt leygarkvøldið í HB-húsinum, har Flogbóltssambandið hevði skipað fyri stórfingnum gallakvøldið, sum varð fyriskipað eftir fleiri áheitanum ymsa staðni frá. Hesi gallakvøldini vóru eitt ókent fyribrigdi til fyri heilt stuttum, men eftir at hondbólturin tók táttin upp fyri tveimum árum síðani, tykist hetta rættiliga at hava vunnið fastatøkur á ítróttafólkunum.
Sostatt varð triða gallakvøldið hjá hondbóltinum hildið mikukvøldið, eins og fótbólturin nú tvey ár á rað hevur havt sítt gallakvøld at rundað kappingarárið av við.
Høvi at hittast
Tað eru sjálvandi fleiri orsøkir til, at hesi kvøldini hjá ítróttafólkunum eru vorðin somikið væl umtókt. Størsta orsøkin er helst, at hetta gevur leikarum og venjarum møguleika at hittast undir heilt øðrum umstøðum, enn tey vanliga gera. Á leikvøllunum kunnu orðini mangan vera beisk, eins og lagið ikki er hitt sama, tá talan ávíkavist hevur verið um sigur ella tap.
Á gallakvøldinum ber líka sum til at leggja alt hetta aftur um bak. Kanska onkur iðrar seg um ávísar hendingar, men orðadrátturin í hesum verður heldur friðarligari og kanska meira hugfarandi, enn hann er undir dystunum.
Ársins
Hæddarpunktið undir sjálvum borðhaldinum hjá flogbóltsleikarunum var sjálvandi, tá ársins leikarar av ymsum slag skuldu avdúkast. Hesir vórðu framman undan funnir við atkvøðugreiðslu, og úrslitið av hesari varð so kunngjørt leygarkvøldið.
Ein fyri og annar eftir fóru leikararnir so upp á pallin, har tey kundu fegnast um steypið, og ivaleyst gjørdist kvøldið eyka hugnaligt fyri tey, eftir at hava móttikið slíkan heiður. Hugnaligt mundi tað tó vera fyri øll tey, sum vóru hjástødd, og lítið er tí at ivast í, at eisini hjá flogbóltinum verður talan um eitt kvøld, sum verður afturvendandi á hvørjum ári.
Steypini, sum vórðu latin á gallakvøldinum, vóru latin frá Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Tryggingarfelagnum Føroyar. Myndirnar á síðuni hava vit lænt frá SVF.
Ársins áleypari
kvinnur
1 Marina Popovic, Dráttur
2 Tove Riksfjord, Mjølnir
3 Helga Nordendal, Dráttur
Menn
1 Boban Ilic, ÍF
2 Rúni Weihe, Fram
3 Borco Ilic, Mjølnir
Ársins blokaduleikari
kvinnur
1 Tina Jacobsen, Mjølnir
2 Helga Nordendal, Dráttur
3 Selma , TB
Menn
1 Trygvi Poulsen, Mjølnir
2 Steinar Eirikstoft, Fleyr
3 Boban Ilic, ÍF
Ársins móttokuleikari/verjuleikari
Kvinnur
1 Margit Joensen, Mjølnir
2 Harriet Hammer, TB
3 Randi Larsen, ÍF
Menn
1 Rúni Weihe, Fram
2 Klæmint Isaksen, Fleyr
3 Bartal Eliasen, ÍF
Ársins hevari
Kvinnur
1 Marjun Kalsø. Mjølnir
2 Mariann Øster, Fleyr
3 Ann-Mia Johansen, TB
Menn
1 Odd Eliasen, ÍF
2 Pasco Romica, Fram
3 Jákup V. Sivertsen, Fleyr
Ársins stjørnuskot
Kvinnur
1 Sólgerð Henriksen, Dráttur
2 Sóley Philbrow, ÍF
3 Joan Sørensen, Fossánes
Menn
1 Suni Juul Petersen, Fram
2 Andrass Jógvansson, Fleyr
3 Steinar Eirikstoft, Fleyr
Ársins leikari
Kvinnur
1 Helga Nordendal, Dráttur
2 Marjun Kalsø, Mjølnir
3 Margit Joensen, Mjølnir
Menn
1 Boban Ilic, ÍF
2 Rúni Weihe, Fram
3 Kenneth Neshamar, ÍF