Flogbóltssambandið havt aðalfund

Sunnudagin hevði Flogbóltssamband Føroya aðalfund. Undirtøkan var góð, tí øll feløgini luttøku, fyriuttan eitt. Størsta umrøðan fór við teimum yngru deildnum. Stóra undirtøkan millum tey ungu, ger at kappingarnar ikki kunnu skipast eftir núverandi leisti.

Umframt tey ungu, so varð kjakast um upp- og niðurflytingardystir skulu vera í framtíðini. Feløgini avráddu at innkalla til ein eykaaðalfund skjótast gjørligt, við tí fyri eyga at fremja eina lógarbroyting.

Nevndin í Flogbóltssambandinum varð øll afturvald. Í henni sita, Niclas Joensen, formaður, Magnus Tausen, skrivari og Trúgvi H. Poulsen, kappingarleiðari.