Kvinnuliðið hjá KÍF er í steypafinaluni í flogbólti hjá kvinnum, har tær skulu spæla mótI TB, sum fyrr í dag vann 3-1 á Fleyr.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja stroyming frá flogbóltinum
KÍF, sum eisini var favorittur undan hálvfinaliuni, vunnu ein tryggan 3-0 sigur á unga, men evnaríka SÍ liðnum.
Settini endaðu 25-18, 25-11 og 25-22.
Hinir dystirnir í dag eru:
Menn:
Kl. 17.00 ÍF – SÍ
Kl. 19.00 Fleyr – Ternan