Mjølnir vann 3-0 á Ternuni í Klaksvík í gjárkvøldið. Kvinnurnar úr Klaksvík vóru við yvirlutan allatíð, og tað var ongantíð líkt til, at uppflytararnir av Toftum fóru at hótta leiðsluna.
Við sigrinum lyftir Mjølnir seg fyribils upp á oddasessin í bestu kvinnudeildini.
Tríggir aðrir dystir verða spældir um vikuskiftið. SÍ, sum kann vinna oddasessin aftur, og KÍF spæla í Sørvági í dag klokkan 16.00.
Dystirnir millum TB og Drátt, og Fleyr og ÍF, verða avgreiddir í morgin.
Stigatalvan, Eik-ligan, kvinnur:
1. Mjølnir ? 16 stig *
2. SÍ ? 16 stig
3. Fleyr ? 14 stig
4. TB ? 12 stig
5. ÍF ? 8 stig
6. KÍF ? 4 stig
7. Dráttur ? 2 stig
8. Ternan ? 2 stig *
Mjølnir og Ternan hava spælt 10 landskappingardystir. Hini liðini hava spælt níggju dystir.