Ternan hevði vitjan av Drátti, og heimaliði vann 3-1. Settúrslitini vóru 25-9, 20-25, 25-19 og 26-16.
ÍF rennur aftaná ovastu liðunum í løtuni. Kvinnurnar úr Fuglafirði vunnu greitt á útivølli móti KÍF, og liðið er nú nummar trý.
Úrslitið var 3-0 til ÍF. Settúrslitini vóru 22-25, 14-25 og 21-25.
ÍF er tvey stig aftan fyri SÍ, sum er oddalið. Kvinnurnar úr Fuglafirði hava hinvegin spælt ein dyst meira.
Fleyr misti eitt fet í oddastríðnum í dag. Kvinnurnar úr høvuðsstaðnum taptu 3-0, tá tær vitjaðu TB.
Settúrslitini vóru 25-21, 25-12 og 25-17.
Úrslitini um vikuskiftið:
Ternan ? Dráttur 3-1
KÍF ? ÍF 0-3
TB ? Fleyr 3-0
STIGATALVAN:
1. SÍ ? 10 stig *
2. Fleyr ? 8 stig
3. ÍF ? 8 stig
4. Mjølnir ? 6 stig *
5. TB ? 6 stig
6. KÍF ? 4 stig
7. Ternan ? 2 stig
8. Dráttur ? 2 stig
* SÍ og Mjølnir hava spælt fimm dystir. Hini liðini hava spælt seks dystir.