Í meistaradeildini hjá kvinnum verður avgerandi dystur sunnudagin millum Drátt og Mjølnir um, hvør skal fylgja SÍ í FM finalurnar. Dráttur hevur við sigri ein einastandandi møguleika at leggja sjógv ímillum seg og tey, sum eru aftanfyri, men vinnur Mjølnir sær trý stig, so eru bæði púra jøvn í stigum á øðrum plássi.
Skal KÍF framvegis vera við í kappingini um finalupláss, so eru trý stig ímóti stigaleysa TB í Trongisvági sunnudagin eitt krav.
Leygardagin tekur SÍ ímóti Fleyr, og sum úrslitini hava lagað seg higartil, so tykist spurningurin meira at vera, um SÍ fer at megna at koma gjøgnum kappingina við fullum stigatali. Tó so, tá liðini møttust seinast, vann Fleyr eina settið, og tapti eitt annað tepurt 24-26.
Skráin:
Leygardagin 14. novembur:
SÍ-Fleyr (klokkan 14.00)
Sunnudagin 15. novembur:
Dráttur-Mjølnir (klokkan 13.00)
TB-KÍF (klokkan 14.30)
Støðan meistaradeild kvinnur:
Støðan | Dystir | Úrslit dystir | Sett |
|
|
| |||
Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
SÍ | 6 | 6 | 0 | 0 | 0 | 18 | 3 | 15 | 18 |
Dráttur | 6 | 4 | 0 | 2 | 0 | 13 | 9 | 4 | 12 |
Mjølnir | 6 | 3 | 0 | 3 | 0 | 10 | 10 | 0 | 9 |
KÍF | 6 | 2 | 1 | 3 | 1 | 10 | 13 | -3 | 7 |
Fleyr | 5 | 1 | 1 | 3 | 0 | 9 | 11 | -2 | 5 |
TB | 5 | 0 | 0 | 5 | 0 | 1 | 15 | -14 | 0 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Meistaradeild, menn:
Tað krevur eina turkatrúgv uppá jólamannin at trúgva uppá at SÍ ella Fleyr fer at fáa ÍF ella Mjølnir aftur, men jólini nærkast í hvørjum... og í øllum førum fer annað av teimum báðum niðastu at nærkast øðrum teimum ovastu, tí í Sørvági spæla SÍ og Fleyr leygardagin, og sunnudagin spæla ÍF og Mjølnir toppdyst í Fuglafirði.
Skráin:
Leygardagin 14.novembur:
SÍ-Fleyr (klokkan 16.00)
Sunnudagin 15. novembur
ÍF-Mjølnir (klokkan 14.00)
Støðan meistardeild menn:
Støðan | Dystir | Úrslit dystir | Sett |
|
|
| |||
Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
ÍF | 7 | 5 | 1 | 0 | 1 | 20 | 9 | 11 | 18 |
Mjølnir | 7 | 5 | 1 | 1 | 0 | 19 | 9 | 10 | 17 |
Fleyr | 7 | 2 | 0 | 4 | 1 | 10 | 16 | -6 | 7 |
SÍ | 7 | 0 | 0 | 7 | 0 | 6 | 21 | -15 | 0 |
|
|
|
|
|
| ||||
|
|
|
|
|
|
|
|
|