Flogbólturin hugsar um tey yngstu

Flogbóltur: Flogbóltsfelagið Fleyr fer í heyst at skipa fyri barna- og ungdómsvenjaraskeiðum í Havn

Tey yngstu
Kids-volley er eitt altjóða átak, sum av álvara vindur upp á seg. Nú skulu føroyingar eisini læra at hava venjingar fyri teimum yngstu innan flogbóltin. Frálæran verður alt frá at venja átta ára gamlar spælarar, har tað í høvuðsheitum hugsavnar seg um at lofta og kasta bóltin, og til vanligan flogbólt við fýra spælarum á einum badmintonvølli. Tað er meiri ætlað 12 ára gomlum leikarum.
Hetta skeiðið verður 8. og 9. septembur í Gundadalshøllini í Havn.

Eisini tannáringar
22. og 23. septembur verður fokus flutt frá kids-volley til teen-volley, har tað verður lært frá sær í at venja ungdómar frá uml. 14 ára aldri. Tá spæla teir seks spælarar á vøllinum.
Skeiðshaldaari verður Peter Morell, sum er heilin aftanfyri kids-volley og teen-volley í Danmark.