Eitt Boeing 737-flogfar við 136 fólkum umborð er farið av flogbreytini í Jacksonville í Florida og niður í eina á.
Tað upplýsir talsmaður fyri Naval Air Station Jacksonville, skrivar tíðindastovan Reuters.
Øll ferðafólkini sluppu frá vanlukkuni við lívinum. Men sambært sjónvarpsstøðum á staðnum hava minst tvey fólk fingið skaða.
##med2##
Ólukkan hendi, tá flogfarið, sum kom av Kuba, skuldi lenda í Jacksonville í ógvusligum toruslátri.
Men flogfarið gleið av lendingarbreytini og endaði í ánni St. John's River.
– Flogfarið er ikki farið undir vatn. Øll umborð eru á lívi, skrivar Jacksonville Sheriff's Office á Twitter.
Saman við boðunum á Twitter eru tvær myndir av flogfarinum, sum liggur tungt í vatninum. Á síðuni á flogfarinum sæst búmerkið frá charterfelagnum Miami Air International.
Miami Air International hevur enn ikki gjørt viðmerkingar, skrivar tíðindastovan AP.
Borgarstjórin í Jacksonville, Lenny Curry, váttar, at øll umborð hava tað gott. Arbeitt verður við at kanna brennievni í flogfarinum í ánni, sigur hann.
Ein talsmaður fyri Boeing upplýsir, at felagið hevur fingið boð um vanlukkuna í Florida og er í ferð við at savna saman upplýsingar um hendingina.
Flogfarið Boeing 737 MAX 8 hevur verið í brennideplinum seinastu tíðina, eftir at júst tað slagið av flogførum hevur verið í tveimum flogvanlukkum, har fólk eru deyð í oktober og í mars í fjør.
Tað hevur fingið fleiri lond og myndugleikar at nokta flogførum av slagnum at flúgva.
Málið merkist hjá Boeing. Síðst í apríl kom roknskapurin hjá Boeing fyri fyrsta ársfjórðing.
Her kundi Boeing merkja sær, at hóast hækkandi inntøkur frá sølu av fleiri flogvápnum og tænastusáttmálum, so vóru bæði umsetningur og vinningur fallin, tí tað verða latin færri flogfør av slagnum 737.
/ritzau/