Svensku myndugleikarnir hava nú upplýst, at eitt norskt kanningarflogfar hevur sæð ein reyðgulan blett í kavanum í líðini á fjallinum Kebnekaise, har eitt norskt Hercules-flogfar hvarv seinnapartin í gjár.
Flogfarið var so mikið høgt uppi, at manningin kundi ikki síggja, hvat tað var, sum teir sóu. Tí vórðu tvær tyrlur hjá danska flogvápninum sendar at leita har á leiðini, men vánaligt veður darvar leitingini nógv. Sum skilst er sýnið bara 20 metrar. Tað ljóðar eisini, at eitt skalvalop hevur verið í leitiøkinum.
Tær donsku tyrlurnar hava tikið lut í einari felags venjing í Norðurnoregi og Norðursvøríki.