Flogfar í vanlukku á Trongisvágsfirði

Tað var hin 23. oktober í 1954, at eitt bretskt hernaðarflogfar var fyri einari vanlukku á Trongisvágsfirði.

 

 

 

Í kirkjugarðinum undir Akurgerði á Tvøroyri eru tvær gravir, ið kunnu vekja undran. Talan er nevniliga um tveir hermenn frá Royal Airforce, ið eru deyðir næstan 10 ár eftir seinni heimsbardaga. Í Føroyatíðindi hin 23. oktober 1954 verður syndarliga vanlukkan umrødd, tá enska “Sunderland-flogfarið” setti seg á Trongisvágsfjørð.

Um middagsleitið henda dagin setti flogfarið seg á vágna út fyri Øravík og fór síðan við miklari ferð út ímóti Tjaldavíkshólmi. Brádliga rendi flogfarið seg á eina havaldu, og framparturin stakk niður í havið.

Tað er heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu - www.tvk.fo - sum í dag umrøður hesa vanlukku. Víst verður eitt nú til Føroyatíðindi sum skriva, at fýra mans komu út á veingin og fóru at pumpa ein gummibát upp. Fagriklettur úr Vági, ið var staddur beint við, fór beinanvegin saman við smábátum til hjálpar.

- Tað eydnaðist at bjarga níggju monnum, ið vórðu fluttir til Tvøroyrar – fimm av teimum endaðu á sjúkrahúsinum, harav tann eini seinni doyði á sjúkrahúsinum. Eftir í flogfarinum vóru tríggir mans, ið lótu lív, tá flogfarið fór undir.

Víst verður á, at endamálið við flogferðini var at heinta ein illa sjúkan trolaramann frá skipinum “Kingston Amber”. Í staðin endaði bjargingarferðin við, at fýra mans lótu lív, og fleiri vórðu illa løstaðir. Enska herskipið H.M.S. Pincher var nú ávegis úr Reykjavík, og skuldi avheinta menninar.

- Tá Pincher kom, var stór mannfjøld komin saman á havnarlagnum fyri at vísa samkenslu. Alt var kvirt, tá bilarnir komu við teimum deyðu. Restin av manningini - uttan tveir teirra, ið vóru eftir á sjúkrahúsinum - varð flutt umborð saman við sjúka trolaramanninum.

Lagt verður aftrat, at tríggir mans framvegis vóru í flogfarinum, sum lá havsins botni. Flogfarið varð sleipað inn til økið við Lítla Hólm, men har var mórubotnur og kavarin, ið var niðri og kannaði umstøðurnar, mátti vísa størsta varsemi, og í fyrstu atløgu vórðu menninir verandi í flogfarinum.

- Hin 6. november skrivar Føroyatíðindi, at H.M.S. Welcome er ávegis til Tvøroyrar við einari kanningarnevnd, ið skal kanna umstøðurnar við havarínum. Hin 31. desember 1954 ber til at lesa í Føroyatíðindi, at 23 ára gamli navigatørurin, Allan Abercrombie Howatson, var funnin og skuldi jarðast undir Akurgerði nýggjársdag.

Á heimasíðuni - www.tvk.fo - verður víst á, at hin 8. januar í 1955 berast aftur tíðindi í Føroyatíðindi um vanlukkuna. Arbeitt hevði verið við at bjarga flogfarinum, og í tí sambandi varð nú annar av teimum trimum deyðu funnin. Tað var flogskiparin, 31 ára gamli, John Raymond Hill. Føroyatíðindi nevnir eisini, at ein annar maður áður varð funnin, og hesin varð hátíðarliga jarðaður nýggjársdag. Hetta hevur so verið áðurnevndi navigatørurin, Allan A. Howatson.

Triði maðurin, sum var eftir í flogfarinum, varð ongantíð funnin aftur. Meira um hendingina kann lesast á heimasíðuni - www.tvk.fo - sum ger nógv burtur úr hesi syrgiligu vanlukku, sum hendi á Trongisvágsfirði hin 23. oktober í 1954.