Flogfarið við Hammarskjöld varð skotið niður

Svenski hjálparstarvsmaðurin Göran Björkdahl vil nú vera við, at flogfarið við svenska ST-aðalskrivaranum Dag Hammarskjöld varð skotið niður í Kongo í 1961, og at talan ikki var um eina flogvanlukku.

Tey seinastu trý árini hevur Göran Björkdahl kannað umstøðurnar í sambandi við tilburðin fyri 50 árum síðani. Millum annað hevur hann tosað við fleiri fólk, sum sóu flogfarið detta niður. Tey hava sagt honum, at eitt minni flogfar leyp á ferðamannaflogfarið, sum so datt niður. Hetta skrivar bretska blaðið The Guardian.

Ein nevnd, sum kannaði tilburðin, kom til ta niðurstøðu, at flogfarið datt niður orsakað av, at flogskiparin gjørdi eitt mistak, og hesa frágreiðingina góðtók ST.

Í kanningum sínum er Göran Björkdahl komin fram á fjarrit, sum ikki hava verið alment frammi fyrr. Tey vísa, at bæði USA og Bretland vóru sera misnøgd við tann svenska ST-aðalskrivaran, tí hann gav boð um at senda ST-hermenn til Kongo at hjálpa stjórnini ímóti uppreistrarmonnum í landslutinum Katanga.

Göran Björkdahl dugir ikki at siga, hvør skipaði so fyri, at flogfarið við Dag Hammarskjöld varð skotið niður, men hann heldur, at tað kunnu hava verið stórveldi í Vesturheiminum.