Í dag hevur Atlantic Airways 9 fráferðir til Keypmannahavnar, Billund, Reykjavíkar og London. Umleið 400 fólk fara av landinum við flogfari í dag.
10 komur eru í dag frá Keypmannahavn, Billund, London, Aberdeen og Reykjavík. Atlantic Airways flýgur umleið 890 ferðafólk heim til Føroyar í dag.
Eitt sindur av seinking er í hjá teimum sum eru bókaði til at koma og fara í dag; tí at tey sum skuldu fara í dag skullu avgreiðast fyrr.
Veðurlíkindini eru góð og væntar Atlantic Airways ikki fleiri seinkingar enn tær sum eru fráboðaðar.
Ferðfólk sum skulu flúgva við Atlantic Airways í dag verða biðin um at fylgja við á atlantic.fo og fara inná ?kanna tína bílegging?