Flogferðslan minkandi

Talið av ferðafólki um flogvøllin í Vágunum er minkandi, og orsøkin er, at einki virksemi hevur verið innan frálandavinnuna seinastu mánaðirnar

Fyrstu seks mánaðirnar í ár ferðaðust 66.600 fólk um Vága Floghavn. Fyrstu seks mánaðirnar í fjør var talið 67.272 fólk. Hetta er ein afturgongd uppá 1 prosent.
Orsøkin til minkingina er, at frálandavirksemið ikki hevur verið eins eyðsýnt sum í fjør. Seinnu helvt av árinum í fjør var stórt frálandavirksemi í føroyskum øki, og hetta sást aftur í virkseminum á flogvøllinum. Ferðafólkatalið seinnu helvt av árinum í fjør vaks við 13 prosentum. Metingar fyri alt árið vísa, at ferðafólkatalið fer at minka við 0,4 prosentum.
Ferðafólkatalið um Vága Floghavn er ongantíð minkað síðan 1993.

Fleiri fráferðir
Komur og fráferðir fyrra hálvár í ár vóru 2.461, og 2.407 sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein vøkstur á 2,3 prosent. Henda økingin stavar mest frá innanoyggja tyrluflúgving.
Flogposturin í hesum tíðarskeiðnum hevur verið 299 tons, ið er 7,1 prosent meira enn enn sama tíðarskeið í fjør. Mongdin av farmi hevur tó verið 180 tons fyrstu seks mánaðirnar í ár, og hetta er ein minking á 7,7 prosent.
Orsøkin til tað er, at rúm ikki er í flogførunum at taka størri mongdir av posti og farmi. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki fyri vinnuna.