Flogferðslan í Spania í undantaksstøðu

Á einum kreppufundi fyrrapartin gjørdi spanska stjórnin av at lýsa landið í undantaksstøðu orsakað av, at nógvir flúgvileiðarar eru farnir í verkfall. Í gjár boðaðu nógvir flúgvileiðarar arbeiðsgevarunum frá, at teir vóru sjúkir og tí ikki kundu koma til arbeiðis.

Myndugleikarnir siga, at talan er um eitt ólógligt verkfall, og at flúgvileiðararnir kundu fáa fongsulsrevsing, um teir ikki fara til arbeiðis beinanvegin.

Samstundis hevur stjórnin sent flúgvileiðarar hjá flogvápninum til arbeiðis í fleiri av teimum stóru floghavnunum. Teir ikki eru vanir við at stýra sivilari flogferðslu, men kunnu arbeiða sum yvirmenn hjá teimum flúgvileiðarunum, sum enn eru til arbeiðis, skrivar AFP.