Flogferðslan darvar blaðútberingini

Av tí at ólag er á flogferðsluni er Sosialurin ikki komin Posta í hendi til tíðina, tí er ólag á útberingini

Men á Posta siga tey, at tey taka eitt eyka tak í dag at fáa blaðið út til haldarar í størru økjunum, sum Klaksvík, Streymoy, Vágarnar og meginpartin av Eysturoynni.

 

Haldarar, sum ikki fáa blaðið í dag, fáa tað mánadagin við postinum. Sosialurin harmast um seinkanina, sum er vegna ólag á flogferðsluni.