Í 2023 byrjaði Atlantic Airways at flúgva til New York, men nú er flogfelagið fyribils givið við at flúgva hesa rutu.
Nú hevur miðilin AirlineGeeks gjørt eina samrøðu við Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways, um flogrutuna til New York.
Hon sigur, at ætlanin er helst at flúgva aftur til New York í framtíðini, men at har hava verið ymsar avbjóðingar.
Umframt at tosa um New York rutuna, so tosa tey eisini um hvussu tað er at vera eitt lítið flogfelag í lítlu Føroyum.
– Har eru nógvar avbjóðingar og eisini nógvir møguleikar. Veðrið er sjálvandi ein avbjóðing, men vit hava góða útgerð, sigur hon millum annað og vísir á dømi.
Les alla samrøðuna HER.