Ein maður doyði, eftir at eitt minni flogfar datt niður í Ronneby í syðra parti av Svøríki seinnapartin.
Tað upplýsir talskvinna hjá svenska sjó- og flogbjargingarmiðstøðini fyri tíðindastovuni TT.
– Persónurin umborð er deyður. Bjargingartænastan og løgregla á staðnum arbeiða har, sigur talskvinna, Britt Samuelsen.
##med2##
Stutt áðrenn hevði miðlatalsmaður hjá løgregluni upplýst, at flogskiparin var einsamallur í flogfarinum.
Tað lítla propellflogfarið datt niður í ein urtagarð og eldur kom í, skriva fleiri svenskir miðlar.
Alarmsentralurin fekk boð um hendingina umleið klokkan 15:30, skrivar netblaðið Expressen.
##med3##
Flogfarið var horvið av radaranum, og kontroltornið royndi at kalla á flogskiparin, men fekk einki svar.
Flogskiparin var á veg at lenda í Kallinge flogvøllinum, tá vanlukkan hendi.
Sambært fyribils upplýsingunu hevur eingin á jørðini fingið skaða.
/ritzau/TT