Flogternan úr Runavík gjørdist borgarstjóri

- Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri tí, sum rørist í lokalsamfelagnum, og nú eri eg leys av handlinum, og dóttirin er vaksin, sigur Eyð Ellingsgaard.

 

 

- Nú havi eg bæði tíð og orku til at gera mína ávirkan galdandi, og eg ætli mær eisini at ganga upp í starvið sum borgarstjóri við lív og sál, sigur nývaldi borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard, sum hevur sínar røtur í Runavík.

Hon er fødd hin 12. mars í 1964. Foreldrini eru Oda og Havstein Ellingsgaard í Runavík. Tað var her, hon sleit sínar barnaskógvar og vaks upp. Sum 24 ára gomul fekk hon starv sum flogterna hjá tá nýstovnaða føroyska flogfelagnum, Atlantic Airways, sum fleyg fyrsta túrin á føroyskum veingjum hin 28. mars í 1988.

- Tað var júst henda dag fyri meira enn 32 árum síðan, at eg kom vestur í Vágar og skuldi við sum flogterna á fyrsta túri, og eg havi verið í Vágum síðan. Vit, sum høvdu fingið starv sum flogternur, høvdu verið á skeiði i januar og februar sama ár hjá Cimber Air, ið hjálpti Atlantic Airways í gongd.

Hon vísir á, at í byrjanini flugu flogskiparar hjá Cimber Air føroyska flogfarið, og einasti føroyski flogskiparin, sum tá var knýttur at Atlantic Airways, var veteranurin, Hans Hansen. Tvær flogternur hjá Cimber Air flugu eisini fyri Atlantic Airways tær fyrstu vikurnar. - Men, donsku flogskipararnir vóru her yvir eina longri tíð. Hetta vóru alt roynd og dugnalig fólk, og Hans Hansen hevði drúgvar royndir við flúgving í Noregi.

Hin 1. januar 2021 tekur 56 ára gamla, Eyð Ellingsgaard, við sum nýggjur borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Hon hevur ongantíð verið uppstillað áður, men á kommunuvalinum í november gjørdist hon toppskorari við 126 persónligum atkvøðum. Varaborgarstjóri tey næstu fýra árini verður Elsebeth Davidsen, sum fekk 58 atkvøður. Sjey bygdaráðslimir eru í Sørvágs kommunu, sum umframt Sørvág eisini fevnir um Bø, Gásadal og Mykines.

Tað var rættiliga stórt fyri Eyð Ellingsgaard í sínari tíð at vera við til at byggja upp eitt føroyskt flogfelag. - Vit arbeiddu nógv, og vit vóru sum ein familja. Hóast eg gavst í 2002, eru tað framvegis fleiri, ið seta meg í samband við mítt starv sum flogterna. Eg haldi, eg má siga, at tíðin, eg fleyg fyri Atlantic Airways, hevur verið besta tíðin í mínum lívi.

Tað var eingin møguleiki hjá henni at búgva í Runavík og røkja starvið sum flogterna, men hetta broyttist sjálvsagt alt, tá Vágatunnilin kom í 2002. - Sum partur av okkara arbeiði høvdu vit eisini stand-by vaktir, har tú skuldi kunna møta til arbeiðis innan ein tíma. Talan kundi eitt nú vera um forfall ella sjúkraflutning, og tað kom meira enn so fyri, at tú varð tilkallað á vaktini.

Tað er ikki tí, at Eyð Ellingsgaard ikki áður hevur verið spurd um at stilla upp til val, at hon ongantíð áður hevur verið á lista. - Jú, eg eri spurd áður, bæði til kommunuval og løgtingsval, men eg havi altíð borið meg undan, tí eg helt ikki, at eg hevði stundir til politikkin. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri tí, sum rørist í lokalsamfelagnum, og nú eg eri leys av handlinum, og dóttirin er vaksin, helt eg, at løtan var hin rætta.

Eyð Ellingsgaard vísir á, at nú hevur hon bæði tíð og orku til at gera sína ávirkan galdandi, og hon dylur kki fyri, at hon ætlar sær at ganga upp í starvið sum borgarstjóri við lív og sál. - Eg eri ógvuliga spent, og eg gleði meg rættiliga til at sleppa til arbeiðis - fólkinum í allari Sørvágs kommunu til frama, sigur nývaldi borgarstjórin, sum VikuskiftisSosialurin hevur skift orð við. 

Í blaðnum, sum kom í gjár, er ein størri samrøða við Eyð Ellingsgaard, har hon greiðir frá sínari tíð hjá Atlantic Airways, nøkrum árum hjá Smyril Line og árunum, tá hon og systirin áttu og róku handilin, Sorealla. Tíðliga í fjør summar seldi hon handilsfyritøkuna, og nú fer hon at leggja alla sína orku í bygdaráðsarbeiðið, og í samrøðuni sigur nývaldi borgarstjórin eisini nøkur orð um, hvat liggur fyri framman í Sørvágs kommunu.