Flogvøllurin má hava fleiri parkeringspláss

Vágatingmaðurin Marjus Dam spyr landsstýrismannin, hvørjar ætlanir hann hevur um at økja um talið á parkeringsplássum við flogvøllin

Tað hevur bráðskund at bøta um parkeringsviðurskiftini á flogvøllinum í Vágum.
Tað heldur Marjus Dam, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett Bjarna Djurholm fyrispurning um hetta mál.
Marjus Dam spyr millum annað landsstýrismannin um, hann heldur, at parkeringsviðurskiftini eru nøktandi, og um hvørjar ábøtur ella útbyggingar ætlanin er at gera.
? Flogferðslan er økt nógv seinastu árini, og samstundis er tørvurin á parkeringsplássum við flogvøllin. Parkeringsviðurskiftini eru ikki nøktandi sum er, heldur Marjus Dam.

Brúka grannabygdir
Hann vísir á, at um eitt ár verður koyrandi um Vestmannasund, og tá fer ferðslan til flogvøllin at økjast munandi. Tí hevur tað skund at betra um møguleikarnar hjá fólki at seta bilin frá sær, tá tey skulu á flog.
? Í løtuni verða summi fólk noydd at seta bilarnar frá í grannabygdunum hjá flogvøllinum, tí tað er ikki nóg mikið av plássi á parkeringsøkinum við flogvøllin, sigur Marjus Dam.
Hann spyr, hvørjar ætlanir landsstýrið, sum hevur fulla ábyrgd av hesum økið, hevur um at byggja út parkeringsplássið.