Og fyri at bera í bøtuflaka, tí Fólkaflokkurin hevði eitt so syndarligt fólkatingsval í Vágum, so roynir løgmaður at kasta torvmold í eyguni á veljaranum. Tað, sum alt Føroya fólk, ikki minst vágafólk, hesi skjótt 4 árini hava havt varhugan av, nevniliga at eingin útbygging av Vága Floghavn fór at verða, tað gjørdist tíverri veruleiki takkað verið Finnboga Arge og Bjarna Djurholm.
At so flogvallarovastin segði tað, sum alt Føroya fólk visti frammanundan, skuldi brúkast politiskt av løgmanni, sum nú knappliga beint undan løgtingsvalinum sigur seg punktera 4 ára arbeiði hjá tveimum landsstýrismonnum floksins, ja, skil tað hvør ið vil.
Eftir stendur so, at meðan sitandi flogvallarovasti hevur roynt at verja borg við skilagóðum argumentum mótvegis dønum, so hevur Fólkaflokkurin við teirra støðutakan forhálað og útsett eina bráðneyðuga útbygging av Vága Floghavn. Og stóri spurningurin er, um henda støðutakan at halda Vága Floghavn á status quo bæði tekniskt og í aðrar mátar, kemur at geva mótstøðumonnum av Vága Floghavn tey kort á hondina, teir hava arbeitt fram ímóti seinastu 15 árini. Livst so spyrst.