Øll sum hava roynt konseptið: “opið kontórlandsskap”, munnu kenna til støðuna í einari vanligari stovu í einum dagstovni.
Beint sum Elsa setti seg at lesa eina bók fyri børnunum, kom ein inn fyri at “bara líka” spyrja hvar wc pappíri er –Óli hevur kukkað og manglar pappír.
Marjun Sól og Maria Ró settust at spæla Barbie og so kom Per Pætur og Jákup Hans og hurraðu við sínum bilspæl inn yvir Barbie og alt endaði við róp og grát um órættvísheit.
Elsa mátti nú enn einaferð sleppa bókini, sum akkurát hevði nátt hæddarpunkti í spenningskurvuni –Tí fór Sólja Fríða at gráta! – Og tá Barbie/bilstøðan var undir kontrol, uggaði Elsa Sólju Fríðu.
Sigga Maria hevði sovið illa –Høvdu foreldrini sagt –So nú kom avleiðingin. Hon gjørdist tvør og ill, hvørja ferð Óli Petur bara gekk framvið. Tað var kent í stovuni at hann ikki skuldu vera ov tætt við hini børnini, tí har stóð altíð ein ordans hurlivasi burturúr honum. Elsa helt at Óli Petur kanska hevði ADHD, men hann var ikki útgreinaður enn...
Elsa gjørdi klárt til sangløtuna. Tá varnaðist hon, at Sørin var horvin! Hon taldi aftur og aftur. Komin til 21 (Alt meðan børnini runnu runt sum fluga í fløsku í stovuni) mintist hon, at Sørin var slett ikki komin í dag. Hon blandaði við í gjár!
Men hvar var nú Embla? Nei pína, hon var eisini horvin. Elsa royndi at savna sær tankarnar, var hon komin í dag? Jú tað meinti hon so heilt vist.
Elsa hugdi eftir sínum starvsfelaga Anniku, sum akkurát var møtt inn. Annika sá út til at vera í einum øðrum hugaheimi. “Bagir nakað?” Jú, Annika hevði verið til ljósmóðir, tí hon var komin 20 vikur. Hon hevði barasta so ilt í lendunum. Hon hevði tosað við læknan um at fara á eina sjúkramelding.
Annika var væl at merkja avloysarin fyri avloysaran frammanundan.
Men hvar er Embla?
Sjálv arbeiði eg ikki á einum stovni, men eg koyri míni børn til stovn dagliga. Øll rundan um tey eru røsk. Onkuntíð haldi eg at tey eru ov røsk.
Støðan sum er skrivað, er fiktiv, men eisini ein eygleiðing eg havi gjørt mær sum foreldur, tá eg komi eftir børnum og tá eg annars vitji á stovnum í samband við mítt starv, sum barnafysioterapeutur.
Eg haldi sjálv, at eg eri ein ørn at hava fleiri bóltar í luftini, men álvara, so haldi eg at mítt yvirblikk var rokið fyri langari tíð síðani, um eg var í einum “opnum kontórlandsskapi” sum hasum. So kunnu vit hugsa okkum hvussu børnini hava tað!
Jú sjálvandi skulu vit hava hægri normering –Men vit skulu so sanniliga eisini hava færri børn samlað á einari stovu.
Fyri barnana skuld og fyri tey sum starvast um børnini.
Kvalitet, fram um kvantitet!
Og jú! Hetta fer at kosta meir og vit noyðast at byggja fleiri stovnar. Men vit mugu ikki vera so bláoygd og halda at vit spara pening við at sjúkramelda fólk av strongd, at børnini vera “bíligari” av at vera proppað í eitt hølið.
Havnin vaksur støðugt og sama ger barnatalið.
-Fleiri dagstovnar
-Minni bólkar
-Hægri normering!
Katrin Jacobæus,
valevni fyri Tórshavnar kommunu, Tjóðveldi