Flutningurin minni enn væntað

Petur í Gong frá fyritøkuni Elmar Zachariassen í Klaksvík sigur, at flutningurin eftir summarfrítíðina hjá virkjunum hevur verið minni enn væntað

Klaksvík:
Petur sigur, at tað er við flutningi sum við øllum øðrum, tað er upp og niður.
- Vit høvdu væntað meira eftir summarsteðgin, men tað hevur verið minni fiskur, so tað sigur seg sjálvt, at tað ávirkar flutningin, sigur hann.
Hann heldur ikki, at tað merkist væl, at Clare er byrjað at sigla.
- Sjálvandi merkist tað, men tað er ofta bert eitt upplop tann fyrsta mánaðin, so javnar tað seg út. Tað var tað sama, tá Eimskip byrjaði at sigla upp á Klaksvík, tað var nógv í byrjanini, men so bleiv tað meiri javnt.
Og hann leggur afturat, at um tað fer at merkjast á nakran hátt, at OCD hevur koyringina í samband við Clare, so kann tað væntast at fara merkjast tann positiva vegin fyri PF Elmar Zachariassen.
- Tað at Clare siglir ger, at tað verður minni koyring hjá OCD her, og tað má bara sigast at koma væl við hjá okkum, tí teir eru jú kappingarneytar.
Petur veit ikki, um tað er so skilagott at hava týsdag sum avskipingardag.
- Vit hava vanliga havt fríggjadag til avskiping, og fyri at siga tað, sum tað er, so eru fyritøkur og virkir her ofta eitt sindur sein við avskipingini, og tí veit eg satt at siga ikki, um týsdagur er ein so góður dagur at velja sær. Men vit fáa sjálvandi at síggja, sigur hann.
PF Elmar Zachariassen er ein fyritøka, sum tekur sær av øllum flutningi, sum er. Bæði maskinur, lastbil, bingju og fiskaflutning, umframt vøruflutning. Tað einasta sum fyritøkan ikki hevur, er kranabil.
Herfyri bjóðaði fyritøkan upp á koyringina hjá Føroya Bjór uttanfyri Klaksvík og fekk hana.
Tann koyringin hevur víst seg at eydnast avbera væl, og Petur sigur, at tað verður latið væl at frá báðum pørtum.
- Ein tílík koyring javnar arbeiðsbýtið í vikuni út, tí at vit hava sum oftast nógv at gera seinnapartarnar av vikuni, tí tá byrjar avskiping og tílíkt, meðan Føroya Bjór koyringin oftast liggur fyrrapartin av vikuna, so tað hevur riggað sera væl, heldur Petur í Gong.
Hann leggur afturat, at tað ongantíð hevur verið nakar ivi um, teir fóru at megna tað, men tað hevur í roynd og veru gingið betur enn væntað.

Virkisflutningur
Formaðurin í ráfiskagrunninum segði herfyri, at í sambandi við studningin til virkini, so er spurningurin, um tað ikki er líka gott at gera eina flutningsfyritøku til virkini. Men hesum er Petur í Gong als ikki samdur í.
- So kann man líka so væl droppa alt og fara aftur til bert at hava Strandferðsluna, tí sum er, við teimum privatu flutningsfyritøkunum og Strandferðsluni, so er ongin orsøk til at gera eina fyritøku aftur at bara til virkini, heldur hann.
Harafturat sigur hann, at tað er kappingaravlagandi.
Hann vísir eisini á, at hóast talan er um, at so fáa øll virkir somu treytir og prísir, so er tað ikki vist, at tað fer at verða ein fyrimunur fyri øll virkini.
- Um vit nú eru bíligari enn ein møgulig fiskaflutningsfyritøka hevði verðið, so hevði tað jú ikki verið ein fyrimunur fyri tey virkini, at ein tílík fyritøka hevði verðið.
Petur í Gong heldur, at hetta uppskotið varð sammett við pakningin, sum í dag verður keyptur inn til øll virki í landinum, men hann vísir á, at pakningurin verður keyptur uttanlanda, meðan flutningurin eru fyritøkur her í landinum.
- Men eg havi ikki sæð nakra viðmerking til hatta enn, so kanska tað ikki er tikið fyri fult, sigur Petur í Gong.